Ein trygg og varandi pensjónsskipan

Endamálið við pensjónsnýskipanini er at tryggja øllum eitt virðiligt lív. Alt lívið.

Landsstýrið legði 3. november 2017, saman við Sjálvstýri, uppskot til nýggja pensjónsskipan fram á tíðindafundi í Almannamálaráðnum.

Pensjónsnýskipanin byggir á eina semju millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýri. Arbeitt hevur verið við at finna eina semju tvørtur um flokkar, og í hesi tilgongdini hava øll flutt seg fyri at røkka eini semju um eina framtíðar pensjónsskipan.

Vit liva longri og um nøkur fá ár eru tvífalt so nógvir pensjónistar sum í dag. Samstundis eru færri í arbeiðsførum aldri. Hetta er ein samfelagsavbjóðing, sum neyðugt er at taka í størsta álvara.

“Eg gleðist serliga um at vit við hesum uppskotinum lyfta fólkapensjónistar við lágum og meðalinntøku, samstundis sum at vit frameftir fara at hava eina meira samhaldsfasta skipan, har vit í størri mun spara upp í felag,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Pensjónsnýskipanin hevur trý stavnhald:

  1. Hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku.
  2. Meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur.
  3. Styrkir haldførið og framtíðartryggjar vælferðarsamfelagið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði millum annað á tíðindafundinum:

“Eg eri ómetaliga fegin um, at pensjónistar nú fáa meira at liva fyri, og at tað fer at gerast meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur, samstundis sum vit styrkja fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelagnum framyvir. Bæði verandi og komandi pensjónistar fáa við pensjónsnýskipanini eina munandi betri og tryggari pensjónsskipan.”

Hanna Jensen, Framsókn, segði í sínari framløgu:

“Tað er ein serlig gleði í dag at leggja fram eina heilstoypta loysn fyri føroyska samfelagið um, hvussu vit í felag tryggja okkara eldru dagar – yvir um floksmørk, yvir um samgongu- og andstøðumørk og yvir um hugsjónarlig mørk – og hervið geva Føroya løgtingi høvi at samtykkja eina varandi skipan einaferð fyri allar.”

Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, helt tað vera umráðandi at vera við at fremja týðandi broytingar, og tað er henda nýskipanin.

“Tað skal loysa seg at arbeiða, eisini tá vit eru komin upp í árini. Nógvir føroyingar ynskja ein virknan gerandisdag og at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eftir teir fara um 67-ára aldur, og tað fer at loysa seg betri við nýskipanini,” segði Jógvan Skorheim millum annað í síni framløgu.