13.03.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen vitjað umsorganarheimið hjá Bláa Krossi

Eyðgunn Samuelsen vitjað umsorganarheimið hjá Bláa Krossi

Herfyri vitjaði Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna umsorganarheimið hjá Bláa Krossi í Lynggøtu í Havn. Umsorganarheimið er partur av sosialu eindini hjá Bláa Krossi, og veitir varandi bústað til tey, sum sjálvi ikki megna at fasthalda ein bústað.

Í sambandi við vitjanina varð tosað um, hvussu sosiala eindin hjá Bláa Krossi arbeiðir og hvørjar tankar tey hava um, hvussu tey kunnu menna tilboðið. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var fegin um fundin og metti, at nógv týðandi viðurskifti vóru umrødd.

Í hesum sambandi er vert at nevna, at í fjør fekk landsstýriskvinnan handað tilmæli til tænastupolitikk. Her varð millum annað víst á, at lívskorini hjá borgarum í Føroyum, sum fáa bútilboð til heimleys eru bøtt munandi, síðani heimild varð fingin at veita stuðul til hesi bútilboð. Higartil hava tveir sjálvbodnir felagsskapir fingið stuðul til at reka serlig bútilboð, ávikavist Frelsunarherurin og Blái krossur. Og herfyri lat enn eitt bútilboð upp, Gloria, samstundis sum játtanin á fíggjarlógini er munandi hækkað í 2018, úr 4 mió. kr. upp í 6 mió. kr.

“Nú eitt bútilboð er komið afturat er upplagt at tosa um økið í síni heild, og hvussu til ber at menna økið. Tað er umráðandi fyri meg at sjálvbodnu felagsskapirnir hava eitt gott sínámillum samskifti, soleiðis at tørvurin verður nøktaður, og neyðug tilboð eru tøk til hesar borgarar, sum eru í stórum vanda at detta niðurímillum,” sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í stuttari viðmerking.