05.04.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Fountainhúsið 10 ár

Fountainhúsið 10 ár
1 / 2

Seinnapartin í dag hevur verið skipað fyri móttøku í Fountainhúsinum í sambandi við 10 ára dagin. Móttøkan var í nýggju húsinum í V.U Hammerheimbsgøtu 3, har tey samstundis eisini høvdu bæði listaframsýning og sølu av handarligum lutum og bjóðaðu gestum til ein góðan kaffimun, føðingardagskaku og eitt gott prát.

Eisini Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í almannamálum luttók og bar fram røðu, sum til ber at lesa niðanfyri:

-----

Eg fegnist av sonnum um høvið at ynskja okkum øllum so hjartaliga til lukku nú Fountainhúsið fyllir 10 ár.

Í 10 ár hevur Fountainhúsið nú verið ein avgerandi partur í lívinum hjá mongum fólkum, sum gjøgnum virksemi og hjálp í Fountainhúsinum, skapa sær ein meiningsfullan  og innihaldsríkan gerandisdag. Tað gevur innihald í tilveruna. Øll hava vit tørv á at hava nakað at koma upp til, at kenna okkum sædd, hoyrd og vird, og at arbeiða við okkara ressoursum og møguleikum. 

Júst tað, at Fountainhúsið hevur sum aðalmál at stuðla fólki í at styrkja og menna sínar førleikar, er so uppbyggjandi og gott. Ímyndið tykkum, um tað var aðalmálið allastaðni í samfelagnum. Um vit brúktu alla orku at leita eftir tí góða og tí vit megna. Tað hevði gjørt undurverk og broytt mentalitetin í landinum. 

Soleiðis hava tit gjørt undurverk í lívinum hjá so mongum. 

Í mínum arbeiði eri eg í samband við mong ymisk menniskju, og fleiri ferðir hava fólk víst á júst, hvussu gott arbeiðið í Fountainhúsinum hevur verið fyri tey. Hvussu tað hevur ment og uppbygt tey til at fóta sær aftur í tilveruni, og hvussu tað hevur verið, sum eitt trygt stað, tá ið lívið hevur kenst ótrygt og tilveran trupul. Í Fountainhúsinum er lívsmótið endurvunnið, sambond eru skapt og mangir tilveruligir spurningar møttir og svaraðir. “Her kann man vera tann man er, og her verður man møttur”, segði ein. Hetta hevur alstóran týdning bæði fyri einstaka menniskja og fyri alt samfelagið. Vit eru øll so ella so knýtt saman, og tí fáa vit øll gleðina av tí, sum sprettur úr Fountainhúsinum. 

Tað er veruliga at fegnast um, at tit í Fountainhúsinum eru farin í størri hølir, og soleiðis kunnu rúma enn fleiri fólkum. Løgtingsins fíggjarnevnd eigur stóra tøkk uppiborna fyri at leggja afturat játtanini, soleiðis at hetta bar til. Vit hesum kunnu enn fleiri fólk fáa ágóðan av virkseminum í húsinum. At omanfyri 50 fólk nú eru limir í Fountainhúsinum er veruliga at fegnast um.


***

Seinastu árini hevur stórt fokus verið á at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur og avbjóðingar. Vit eru jú bæði sinn og skinn, og tað er týdningarmikið, at hesi bæði eru í javnvág og verða røkt. Søguliga hava vit ikki megnað serliga væl tann sálarliga partin, men tíbetur eru nógv og stór framstig hend seinnu árini til tað betra. 

Í heimshøpi - gjøgnum heimsheilsustovnin WHO - verður víst á, at skulu vit fáa javnvirði millum sjúkubólkar og fólk, so skulu londini til at fremja batar á sálarheilsuøkinum, tí tað er har, at tey flestu eru eftirbátar, og tað er har, at stórur vøkstur er í talinum á fólki, sum eru rakt. Eitt av føroysku átøkunum er Fountainhúsið, annað er ein meira rúmligur arbeiðsmarknaður, umframt lættari og betri atgongd til hjálp og stuðul. 

Í nútíðar samfelagnum er rákið sera individualiserað. Samstundis er tørvurin á at vera partur av einum gevandi felagsskapi stórur. Vit hava tørv á sosialum bondum, hóast tað ikki altíð er so lætt at finna og at røkja hesi. 

Í Fountainhúsinum kann man blíva partur av einum góðum og mennandi felagsskapi, sum eisini rúmar bæði arbeiði og virksemi. Man verður møttur, sum tann man er, og støði verður tikið tí í einstaka, heila menniskjanum, og ikki bert í teimum avbjóðingum, man hevur. Tað ger allan munin. 

Tað hevur altíð kenst fjálgt at koma inn í Fountainhúsið. Tann andin og tann rúmligheit, man merkir, er sálin í húsinum. Hon er ikki einans knýtt at hølum, men at fólkunum. Tí er hon - saman við fólkunum - flutt við yvir í nýggju hølini. Tað merkist. Vónandi fara tit at trívast væl í nýggju hølunum, og vónandi fáa til lív og virksemi í bæði inni og uttanfyri, men mest av øllum, so vóni og ynski eg tykkum góðar og vónríkar dagar í húsinum við lívsgóðsku og menning, hvør á sín hátt. 

Góðu tit øll

Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum, og hjartaliga til lukku og øll góð ynski í nýggju hølunum, og í ókomnum tíðum.