06.04.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan vitjaði við Tjarnir

Landsstýriskvinnan vitjaði við Tjarnir

Hósdagin 4. apríl 2024 vitjaði landsstýriskvinnan komandi tjóðleikvøllur hjá innandura ítrótti, við Tjarnir, har umboð fyri verkætlanina og Articon greiddu henni frá jaligu gongdini. Tað letur til, at høllin er innilokað ólavsøku, og at hon er klár at taka í nýtslu síðst í januar 2025, vilja fyriskipararnir vera við.


Eg eri ómetaliga glað fyri, at Føroyar nú skjótt fáa ein tjóðleikvøll til innandura ítrótt, ið kann vera ein nýmótans karmur um alskyns ítróttar- og mentanarlív, og sum lýkur øll altjóða krøv innan ymsu innandura ítróttargreinirnar. Ein tílík høll er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu hava sínar heimadystir í hondbólti í Føroyum. Eg fegnist um tað góða samstarv, sum hevur verið millum allar partar í hesi verkætlanini, sigur Sirið Stenberg.

Landsstýriskvinnan bar uppskot niðan í Løgtingið í fjør, ið heimilaði landinum at stuðla verkætlanini við tilsamans 30 mió. kr., yvir fýra ár. Uppskotið bleiv einmælt samtykt.


Hetta var eitt av einfaldaru málunum at fáa ígjøgnum ta politisku skipanina. Tað hevur allatíð verið undirtøka millum allar flokkar á Løgtingi fyri at stuðla verkætlanini, og tað fegnist eg um, sigur landsstýriskvinnan at enda.