#Samtykki átøkni
Undir heitinum “Føroyar eru einki undantak” var upplýsingarátak fyriskipað í 2021, sætta árið á rað, í samstarvinum "Sex krevur samtykki".
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almanna- og mentamálaráðið, sum samstarva um átøkini.
Átakið koyrdi á sosialu miðlunum Facebook og Instagram. Boðskapurin varð settur upp við myndum og “memes”, har myta varð sett upp ímóti fakta. Við harðskapskanningini, sum varð løgd fram í 2021, eru tøl nú tøk. Hesi svara fyri, hvussu støðan er í sambandi við harðskap og seksuellan ágang í Føroyum, eisini samanborið við útlond.
Endamálið við átøkunum var at varpa ljós á veruleikan, og at minna á, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka. Tað er týdningarmikið at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum.
Í 2021 fekk Samtykki eisini sína egnu heimasíðu www.samtykki.fo. Á síðuni er kunning um samtykkið og tilfarið frá undanfarnu árum er tøkt.
Samstarvini undanfarin ár:
- 2020: #samtykki – Gult merkir reytt
- 2019: Sex krevur samtykki við fokus á at tosa um sex
- 2018: Steðga haturstalu
- 2017: Mynd krevur samtykki
- 2016: Sex krevur samtykki