Barnavernd

Endamálið við barnavernd er at tryggja børnum, sum er stødd í Føroyum, hjálp og umsorgan í rættari tíð, um hesi liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og at hjálpa hesum børnum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Almannamálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av lóggávuni á barnaverndarøkinum, herundir barnaverndarlógini við tilhoyrandi kunngerðum. Umsitingin av barnaverndarmálum liggur hjá kommununum, ið veita hesa tænastu gjøgnum lokalu barnaverndartænasturnar.

Landsstýrismaðurin í almannamálum stovnsetur og rekur samdøgursstovnar og aðrar samdøgursfyriskipanir fyri børn og familjur, ið eru fevnd av barnaverndarlógini, og landsstýrismaðurin varðar samstundis av teimum børnum, ungu og familjum, ið eru innskrivaði á hesar samdøgursstovnar.

Barnaverndarlógin kann lesast her.

ST-sáttmáli um barnarættindi

Í mai 1993 samtykti Løgtingið sáttmála Sameindu Tjóða um barnarættindi.

Føroyar vóru til hoyring í ST 15. september 2017 í sambandi við sáttmálan um barnarættindi. Viðmerkingarnar frá nevndini kunnu lesast her. Ein samandráttur á føroyskum kunnu lesast her.