Almannamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Barnavernd   >   Barnahúsið

Barnahúsið

Beint undan jólum í 2013 lat Barnahúsið upp. Lóg um Barnahús kom í gildi 1. januar 2014, og tá fór Barnahúsið formliga at virka.

Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap.

Barnahúsið skal tryggja, at førleikarnir at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi móti børnum, eru savnaðir á einum stað.

Barnahús er skipan, sum er kend í londunum kring okkum. Longu í 1998 lótu tey upp Barnahúsið í Íslandi, sum er skipað eftir amerikonskum leisti, har tey hava havt sokallað Children’s Advocacy Centers síðani 1985. Íslendska Barnahúsið er víðagitið og fyrimynd hjá nógvum londum í Evropa. Í Danmark lótu fimm Barnahús upp 1. oktober í 2013.

Endamálið er, at børnini skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama stað. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar so koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar.

Barnahúsið er formliga skipað við avtalu millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið, sum varðar av Barnaverndarstovuni.

Tað er Barnaverndarstovan, sum umsitur og rekur Barnahúsið.

Virksemið í Barnahúsinum fevnir um at avhoyra barnið og kanna, um tað hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa barnið og familjan kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum.

Barnaverndarstovu Føroya, sum rekur Barnahúsið, sigur at Barnahúsið hevur víst seg at rigga væl, síðan tað varð sett á stovn, og virkar sambært endamálinum, nevniliga, at børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, skulu sleppa undan at renna frá Peri til Pól, men nú fáa hjálp og stuðul í barnavinarliga og hugnaliga Barnahúsinum.