Barnarættindasáttmálin

Í  1992 tók Løgtingið undir við at seta Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi barnanna – Barnarættindasáttmálan - í gildi fyri Føroyar.

Barnarættindasáttmálin ásetingur grundleggjandi rættindi barnanna, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentunarlig rættindi.

Barnarættindasáttmálin er ikki at meta sum ein lóg, ið lond kunnu dømast eftir, men er hinvegin reglur, ið limalondini hava bundið seg til at fylgja. Og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu londini verða fyri ábreiðslum frá ST.

Fimta hvørt ár skulu Føroyar lata frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir á barnarættindaøkinum. Hetta er ein liður í skyldunum sambært Barnarættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini.

Føroyar lótu sína fyrstu frágreiðing til ST í 2010 og vóru til fyrstu hoyringina í januar 2011. Føroyar vóru seinast til hoyring í ST 15. september 2017. Viðmerkingarnar frá nevndini kunnu lesast her. Ein samandráttur á føroyskum kunnu lesast her.

Í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin tann 20. november 2014 gjørdist 25 ár, hátíðarhelt Føroya Løgting henda dagin við einum orðaskifti um barnarættindi í Føroyum. Landsstýrið gjørdi í hesum sambandi eina støðulýsing yvir tey framstig, ið eru framd á barnarættindaøkinum, síðani Føroyar vóru til fyrstu hoyringina í 2011. Støðulýsingin kann lesast her.

Barnaumboðsmaður         

Sum ein liður í at styrkja rættindi barnanna í Føroyum, varð virksemi hjá Løgtingsins Umboðsmanni í 2014 víðkað til eisini at vera Barnaumboðsmaður.

Barnaumboðsmaðurin hevur eftirlit við rættartrygdini hjá børnum og ungum, umframt at stovnurin virkar sum málgagn barnanna.

Slóð til heimasíðu Barnaumboðsmannin   

Barnabati

Barnabati er landsfelagsskapur, ið arbeiðir fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.

Barnabati umsitur Tú og Eg ráðgevingina, ið er eitt ókeypis tilboð um navnleysa hjálp. Ráðgevingin veitir - óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði - neutrala og holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving til øll tey sum seta seg í samband við hana, umvegis telefon, kjatt ella bræv.

Slóð til heimasíðu Barnabata

Barnabati

Barnarættindasáttmálin

Les Barnarættindasáttmálan her