Barnaverndarskipanin

Lógin um barnavernd fevnir um børn, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning. Endamálið við lógini er at tryggja, at hesi fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Í barnaverndarlógini verður staðfest, at myndugleikarnir altíð eiga at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.

Barnaverndartænastur

Barnaverndarøkið varð tann 1. januar 2006 lagt til kommunurnar at umsita. Hvørt barnaverndarøki skal fevna um í minsta lagi 3000 íbúgvar, og smærru kommunurnar skulu samstarva um barnavernd. Hvørt økið hevur eina barnaverndarnevnd, ið er mannað av leikfólki, og eina fakliga umsiting, ið fyrireikar og málsviðgerð øll barnaverndarmál. Felagsheitið fyri hesar eindirnar er Barnaverndartænastan.

Barnaverndarstovan

Barnaverndarstovan er ein felagskommunalur stovnur. Høvuðsuppgávan hjá Barnaverndarstovuni er at veita kommunalu barnaverndartænastunum holla vegleiðing og ráðgeving í barnaverndarmálum. Fyri at tryggja rættartrygdina hjá børnum og foreldrum um alt landið stuðlar Barnaverndarstovan barnaverndartænastunum í at fáa eina so góða málsviðgerð sum gjørligt. Barnaverndarstovan hevur eisini til uppgávu at fáa til vega hagtøl og skipa fyri gransking og menning á økinum. Harumframt hevur Barnaverndarstovan um hendi umsitingina av Fosturforeldraskipanina. Barnaverndarstovan veitir m.a. ráðgeving til fosturfamiljur og skipar regluliga fyri undirvísing og skeiðum fyri fosturforeldur.

Fá meira at vita um Barnaverndartænasturnar, Barnaverndarstovuna og Fosturforeldraskipanina her.

Høvuðsbarnaverndarnevndin

Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð í málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, í málum um rætt til ókeypis umboðan, í málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum, í málum um dag- og samdøgurstilboð á stovnum hjá landinum, í málum um eftirvernd til ung í aldrinum 18-23 ár. Nevndin hevur 3 limir. Føroya Kærustovnur hevur um hendi skrivstovuna hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini.

Fá meira at vita um Høvuðsbarnaverndarnevndina her.