Bústaðamál

Landsstýrismaðurin í almannamálum varðar av bústaðamálum og er evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum.

Málsøkið fevnir um at útvega vardar bústaðir til borgarar, sum ikki megna at búgva í sjálvstøðugum bústaði.

Almannaverkið hevur harafturat ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð hjá Bústøðum. Hesar íbúðir verða tillutaðar borgarum, ið eru varandi skerdir annaðhvørt sálarliga ella kropsliga, men sum hóast hetta megna at búgva í sjálvstøðugum bústaði.

Afturat hesum hevur Almannaverkið ein bráðtørvslista til hýsing av støkum uppihaldarum, sum – eitt nú av fíggjarligum ávum – hava ein bráðfeingis bústaðartørv.

Málsøkið fevnir eisini um leigulógina. Leigunevndin – sum er sjálvstøðug nevnd, sett av landsstýrismanninum í almannamálum – tekur avgerð í trætumálum millum leigarar og útleigarar.

Bústaðarpakkin
Seinni árini er fólkatalið nógv vaksið og við hesum eisini tørvurin á bústøðum.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa meira gongd á íbúðarbygging, og hevur gjørt broytingar í løgtinglógini um Húsalánsgrunnin, sum Løgtingið samtykti í mars 2021.

Við bústaðapakkanum fáa Bústaðir 450 milliónir krónur at arbeiða við komandi árini. 200 milliónir krónur skulu fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðamarknaðin, eitt nú lestrarbústaðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar og lestraríbúðir. Hinar 250 milliónir krónurnar skulu fíggja vanligar íbúðir – saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.

Tað vil siga, at umframt at lánsheimild er hækkað, verða bústaðaverkætlanir hjá Bústaðir frameftir fíggjaðar saman við øðrum íleggjarum. Um eingin áhugi er hjá íleggjarum at vera við, ella um verkætlanin gerst ov dýr, kann landsstýrismaðurin tó loyva almenna bústaðafelagnum at fara undir verkætlanir uttan aðrar íleggjarar.

Kravið um aðrar íleggjarar er ikki galdandi fyri verkætlanir til serligar málbólkar.

Ein forðing fyri samstarvi millum Bústaðir og aðrar íleggjarar hevur verið, at felagið ikki hevur havt nóg greiðar handilsligar karmar at virka undir. Við lógarbroytingini hava Bústaðir fingið heimild at stovna partafeløg saman við íleggjarum.