Bráðtørvslisti til hýsing

Persónar, ið hava ein bráðfeingis bústaðartørv, hava møguleika at skriva seg á ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum. Talan er um ein bráðtørvslista til hýsing, sum í mesta lagi kann verða veitt í 12 mánaðir. Talan er sostatt um eina fyribils loysn, meðan roynt verður at finna eina varandi bústað.

Treyt fyri upptøku á bráðtørvslistan er:

  • at persónurin er stakur uppihaldari at barni ella børnum,
  • at persónurin, eitt nú av fíggjarligum ávum, hevur serliga trupult við at útvega sær egnan bústað innan stutta tíð,
  • at persónurin stendur á bíðilista til bústað hjá almennum bústaðafelag, og
  • at persónurin er førur fyri at búgva í sjálvstøðugum bústaði uttan hjálp.