Bústaðapolitikkur landsins

Endamálið við Bústaðapolitikki Landsins er, at flest øll skulu vera sjálvhjálpin og við sínari inntøku sjálvi fáa til vega egnan bústað. Bústaðamarknaðurin skal vera fjøltáttaður og dynamiskur og skal møta tørvinum hjá tí einstaka: ungum, lesandi, støkum, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum.

Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi.