Bústaðasosialur tørvur

Sambært leigulógini hevur Almannaverkið ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð hjá almennum bústaðarfeløgum. Almannaverkið hevur eftir somu lóg heimild at gera avtalur um ávísingarrætt við privatar útleigarar.

Íbúðirnar eru ætlaðar persónum, sum av heilsuligum ella sosialum ávum hava tørv á einum leigubústaði. Tað er Almannaverkið, ið metir um, hvørt persónur hevur sonevndan bústaðasosialan tørv.