Bústaðir til fólk, ið bera brek

Alt eftir tørvi, kunnu fólk yvir 18 ár, ið bera brek søkja um vanliga sjálvstøðuga íbúð umvegis Bústaðir ella søkja Almannaverkið um vardan bústað.

Vardir bústaðir eru bústaðir til fólk, ið ikki megna at liva í sjálvstøðugum bústaði úti í samfelagnum, men sum hava tørv á sosialpedagogiskum stuðuli, felags virksemi og felagsskapi út yvir vanligt grannalag, umframt møguligari røkt og viðgerð.

Vardir bústaðir verða skipaðir sambært forsorgarlógini, og er tað landið, ið hevur ábyrgdina at útvega vardar bústaðir. Almannaverkið skipar visitatiónina til vardar bústaðir.

Vardir bústaðir verða skipaðir sum búfelagsskapir, sambýli og røktarbústaðir:

Búfelagsskapir eru sermerktir við samanhangandi ella tættliggjandi sjálvstøðugum íbúðum við egnari inngongd, við ella uttan møguligum felagshøli, ætlaðir fólki við víðfevndum sálarligum og likamligum breki. Starvsfólk veita stuðul og vegleiðing, men fólk í búfelagsskapum megna í stóran mun sjálvi gerandisdagin.

Sambýli eru sermerkt við sjálvstøðugum búeindum, felagshølum og felags virksemi. Sambýli er fyri fólk, ið hava tørv á umfatandi sosialpedagogiskari hjálp og vegleiðing.

Røktarbústaðir eru fyri fólk, ið tørva varandi røkt og støðuga hjáveru.