Bústaðir

Bústaðir er alment bústaðafelag sum virkar við heimild í løgtingslóg um Húsalánsgrunn.

Endamálið við Bústøðum (Húsalánsgrunninum) er at skapa ein fjølbroyttan bústaðamarknað í Føroyum, soleiðis at allir borgarar hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað. Eisini skal Bústaðir virka fyri, at orkunýtslan hjá býlishópinum í Føroyum minkar og soleiðis stuðla uppundir Veðurlagspolitikk Føroya.

Bústaðir kann veita veðskuldarlán til sethús og íbúðir til tess at fíggja endurnýggingar og umbyggingar, soleiðis at orkunýtslan minkar. Slík veðskuldarlán kunnu eisini veitast til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum eru skipað sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg.

Bústaðir kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir, umframt útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg og reka lutaíbúðir.

Bústaðir hevur eisini heimild at veita realkredittlán til fígging av bústøðum í Føroyum.

Bústaðir verður stjórnað av einum stýri við 5 limum, sum landsstýrismaðurin í almannamálum velur. Stýrislimirnir verða valdir fyri 4 ár í senn.

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur eftirlit við Bústøðum.

Bústaðir