Leiga av bústaðum

Almannamálaráðið varðar av leigulógini. Lógin fevnir um alla leigu av húsum ella hølum, ið verða nýtt til bústað – tó ikki leiguavtalur, har avtalaða tíðarskeiðið er styttri enn 3 mánaðir.

Lógin ásetir rættindi og skyldur hjá ávikavist leigara og útleigara. Lógin heimilar harafturat leigunevndini at taka støðu í trætumálum millum leigara og útleigara, eins og lógin eisini inniheldur serligar reglur fyri virksemið hjá Almannaverkinum og Bústøðum o.ø.

Øll leigumál skulu nýta standardsáttmálan og innflytingarfrágreiðing, sum er á heimasíðuni hjá Leigunevndini.

Almannamálaráðið hevur skrivstovuna  hjá Leigunevndini um hendi. Sí nærri um telefontíð o.a. á heimasíðu nevndarinnar.

Leigunevndin