Almannamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Eldri   >   Markamótsnevndin

Markamótsnevndin

Markamótsnevndin er sett við heimild í lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Nevndin tekur avgerðir um handfaring av markamótum millum lóg um heimatænastu, eldrarøkt og aðrar lógir og reglur og skal loysa møguligar ósemjur millum landið og kommunurnar á økinum.

Markamótsnevndin er mannað við Bárði Larsen, formanni, Ásu Olsen, næstformanni og Katrini Danielsen. Varalimirnir eru Jóhan Lamhauge, Jórun V. Niclasen og Marjus Dam.