Stuðul til ellis- og røktarheim og sambýli

Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 11. mai 2009 um studningslán til ellis – og røktarheim og eldrasambýli kann studningslán verða veitt kommunum og sjálvsognarstovnum til at keypa, umbyggja og byggja hús at nýta til eldrasambýli og aðrar eldrabústaðir, umframt til ellis- og røktarheim.