Hagtøl

Almannamálaðið savnar saman, skipar og framleiðir føroysk almannahagtøl. Almannamálaráðið letur regluliga hagtalstilfar til hesar stovnar:

  • NOSOSCO, har ráðgevi í Almannamálaráðnum er við í útgávubólkinum
  • Hagstovu Føroya til hagtalsgrunnin
  • Ríkisumboðið til Årsberetning for Færøerne

Hagtøl um almannaøkið
Almannamálaráðið ger javnan greinandi hagtøl yvir gongdina í ymiskum almennum veitingum, eitt nú gondina í pensjónsveitingum.

Fleiri greiningar verða at síggja á hesi síðu í næstum. 

Hagtøl til Hagstovuna
Á hvørjum ári letur Almannamálaráðið hagtøl til Hagstovuna

Hagtøl til NOSOSCO
Almannamálaráðið luttekur í tí norðurlendska samstarvinum um hagtøl í Nososco (Nordic Social-Statistical Committee), sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum. Nososco og Nomesco (Nordic medico-statistical committee) samstarva um at geva út hagtøl og frágreiðingar undir heitinum Nowbase (Nordic Welfare Database) 

Endamálið við NOSOSCO er:

  • at hava ábyrgdina av, at hagtøl á almannaøkinum í Norðurlondum verða samskipað
  • at seta í verk verkætlanir, lutvíst fyri at gera hagtølini betri at samanbera og lutvíst fyri at tryggja, at kunnleikin til hagtøl á almannaøkinum í Norðurlondum verður nýttur á besta hátt
  • at upplýsa um norðurlendskt virksemi við hagtølum um almannaøkið, fyrst og fremst við at geva út frágreiðing við hagtølum um almannaøkið, men eisini við at útgeva úrslit frá serligum verkætlanum, kanningum o.s.fr.
  • at samskipa og taka lut í altjóða hagfrøðiligum samstarvi

Meira fæst at vita á heimasíðuni Nowbase.dk.

Hagtøl um feløg, ið fáa stuðul frá Almannamálaráðnum
Feløgini, ið fáa stuðul frá Almannamálaráðnum skulu skráseta allar áheitanir til felagið, og lata Almannamálaráðnum skrásetingarnar. Almannamálaráðið tøppar inn skrásetingarn, og ger síðan hagtalsfrágreiðingar út frá hesum.

Arbeiðið byrjaði í seinnu helvt av 2013. 

Ein frágreiðing er gjørd fyri øll feløg samlað, umframt at frágreiðingar eru gjørdar fyri tey feløg, har hagtalsgrundarlagið var nóg stórt.

Frágreiðingarnar eru tøkar her.