Sig frá!
Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum.
Í november 2010 varð samtykt, at ein heildarætlan um harðskap skuldi gerast. Ein nevnd varð sett at arbeiða við hesum, og 8. mars 2011 varð Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum løgd fram.
Í ætlanini eru 18 ítøkilig átøk, sum millum annað snúgva seg um upplýsing, undirvísing, viðgerðartilboð o.a.
Í mai 2012 varð ein samskipari settur, sum síðani tá hevur arbeitt við at seta í verk átøkini. Serliga hevur verið arbeitt við upplýsing, kunning, undirvísingartilfari o.ø.
Harðskaparætlanin definerar harðskap í breiðastu merking, altso eisini sum kynsligan harðskap/ágang. Harafturat hevur landsstýrið í samgonguskjalinum samtykt, at Harðskaparætlanin skal víðkast til eisini at fevna um kynsligan ágang, og hetta verður nú arbeitt við.
Síðani á vári í 2012 hevur verið arbeitt ítøkiliga við at seta í verk tey átjan átøkini í Harðskaparætlanini, og stórur dentur hevur verðið lagdur á júst upplýsing og kunning.
Sig frá tiltøk hava í tveimum umførum verið kring landið, har greitt hevur verður frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum. Kunningarferðin, sum Almannamálaráðið hevur skipað fyri, hevur verið væl móttikin.
Fyrilestrahaldarar hava greitt frá um ymisk evni: Sálarfrøðingur um, hví og hvussu harðskapur er skaðiligur, løgfrøðingur um fráboðanar- og tagnarskylduni og SSP-politistur um sítt arbeiði.
Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking. Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi.