#Samtykki - Gult merkir reytt

Undir heitinum “Gult merkir reytt” var upplýsingarátak í 2020 í samstarvinum "Sex krevur samtykki".

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum samstarva um átøkini, sum kallast "Sex krevur samtykki samstarvið", ella bara SKS-samstarvið.

Reytt merkir nei. Grønt merkir ja. Hvat merkir so gult? Kanska? Bíða? Okey, meðni? Nei, GULT MERKIR REYTT! Hetta herróp ella slogan skal undirstrika, at sex krevur samtykki. Tað er einki, sum eitur kanska, men einans ja ella nei. Kampanjan var serliga á sosialu miðlunum.

Samstarvini undanfarin ár:
2016: Sex krevur samtykki.
2017: Mynd krevur samtykki.
2018: Steðga haturstalu.
2019: Sex krevur samtykki við fokus á at tosa um sex.
2020: #samtykki – Gult merkir reytt.