Viðgerðartilboð fyri seinárin

Almannamálaráðið hevur, í samstarvi við Felagið føroyskir sálarfrøðingar, skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum stríðast við seinárin.

Viðgerðartilboðið, sum er ókeypis, er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn. Tey, sum ynskja at fáa hesa viðgerð, skulu sjálv seta seg í samband við ein av teimum sálarfrøðingum, sum standa á listanum hjá felagnum. Hesi eru øll autoriseraðir, privatpraktiserandi sálarfrøðingar.

Trýst her yvirlit yvir sálarfrøðingar, sum veita hesa viðgerð.

Viðgerðartilboðið verður skipað sambært sambært átaki 1 í Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur.