Viðgerðartilboð til tey, ið fremja harðskap

Almannamálaráðið hevur skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Talan er um viðgerð hjá sálarfrøðingi.

Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi. Endamálið við hesum tilboði er, at tey, sum hava harðligan atburð móti sínum næstu, kunnu fáa hjálp og amboð til at loysa ósemjur uttan at nýta harðskap. Tað er umráðandi, at tey, sum hava harðligan atburð fáa neyðuga hjálp og viðgerð, soleiðis at harðskapurin kann steðga.

Finn sálafrágreiðingar, sum veita hesa viðgerð her.

Viðgerðartilboðið er skipað sambært átaki 17 í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Les meira um heildarætlanina her