Javnstøðumál

Almannamálaráðið varðar av løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, ið kom í gildi í 1994. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Eftir hvør løgtingsval verður javnstøðunevnd vald, sum skal hava eftirlit við, at lógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Meira kunning um Javnstøðunevndina fæst á heimasíðuni teirra - TRÝST HER

Javnstøðunevndin fær eina árliga játtan til virksemi sítt av § 12 á fíggjarlógini.

Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, fær eisini almennan stuðul á fíggjarlógini. Løgtingið setti Demokratia á stovn í 2006 eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum. 

Meira kunning um Demokratia fæst á heimasíðu teirra - TRÝST HER.

Javnstøðupolitikkur - tí tað loysir seg

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur orðað ein javnstøðupolitikk og gjørt eina virkisætlan við 27 átøkum.

Javnstøðupolitikkur - tí tað loysir seg

Virkisætlan fyri javnstøðupolitikkin