Lóg um almannatrygd og tænastur
Lógin um almannatrygd og tænastur er fyri borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialari hjálp í styttri ella longri tíðarskeið.
Nýggja almannalóggávan setir kós fyri eina av týðandi súlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum.
Endamálið við lógini er at virka sum niðasta fíggjarliga trygdarnet hjá fólki, sum ikki megna at uppihalda sær sjálvum og sínum. Samstundis er endamálið at skapa karmar fyri, at fólk, sum hava tørv á sosialum tænastum, í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin.
Í lógini verður ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.
Hetta er við støði í teimum brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompensatión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Lógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum. Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.
Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt og v.m.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
Uppskot til løgtingslóg um boyting í løgtingslóg um kærumál hjá almanna-, familju- og heilsumálum