Ráðgeving

Sosial ráðgeving verður framhaldandi ein týðandi táttur í sosiala arbeiðinum hjá Almannaverkinum.

Lógin um almannatrygd og tænastur ásetir, at ráðgeving verður veitt við endurmenning og menning í huga soleiðis, at persónur í størst møguligan mun gerst sjálvbjargin og sjálvur megnar at loysa verandi og framtíðar fíggjarligar avbjóðingar og klárar seg við so lítlari hjálp frá Almannaverkinum sum gjørligt.

Ráðgevingin skal fevna um bæði persónin sjálvan og møguliga familju. Ásett er eisini, at foreldur, sum hava barn, sum ber brek, skulu hava skjóta ráðgeving soleiðis, at familjan og barnið fáa skjóta hjálp og fyri at fyribyrgja, at støðan hjá familjuni versnar og aðrar avbjóðingar taka seg upp. 

Eisini er ásett, at ráðgevingarskyldan fevnir um uppleitandi arbeiðið í mun til persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum. Tað er ein sannroynd, at persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum ofta ikki sjálvir megna at venda sær til Almannaverkið av sínum eintingum ella ynskja at halda seg burturi frá almennum myndugleikum hóast hesir eyðsæð hava tørv á hjálp.