Norðurlendskt samstarv

Almanna- og mentamálaráðið luttekur í norðurlendska ráðharraráðnum viðvíkjandi samstarvi innan almanna- og heilsuøkið. Yvirskipaðu leiðsluna av arbeiðinum hava teir norðurlendsku almanna- og heilsuráðharrarnir (MR-S), sum vanliga møtast einaferð um árið.

Embætismannanevndin fyri almanna- og heilsumál (EK-S), hittist vanliga 2 ferðir um árið. 4-5 embætisfólk frá hvørjum Norðurlandi luttaka í hesum virksemi. Almanna- og mentamálaráðið hevur eitt umboð í nevndini.

Í høvuðsheitum viðvíkur samstarvið almanna- og heilsuøkið í norðurlandska ráðharraráðnum um:

  • At beina burtur forðingar fyri at at flyta millum Norðurlond.
  • At menna tey norðurlendsku vælferðasamfeløgini í sambandi við nýggjar evropeiskar og altjóða avbjóðingar.
  • At menna tað norðurlendska samstarvi við tey norðurlendsku nærumhvørvini.
  • At býta um tilfar um almanna- og heilsuøkið og kunna um royndir, sum hvørt einstakt land hevur á økinum.

Meira fæst at vita um norðurlendska samstarvið á heimsíðuni hjá Norðurlandaráðnum.