Pensjónir og aðrar veitingar

Her kanst tú lesa um tær almannaveitingar, ið eru í Føroyum. Tú kanst lesa um rættindi og treytir fyri at fáa ymsu veitingarnar og hvussu stór upphæddin er.

Tað er Almannaverkið, ið umsitur almannaveitingar í Føroyum, og er rætti myndugleikin at venda sær til, um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi.

Heimasíðan hjá Almannaverkinum hevur neyvar upplýsar um almannaveitingar, www.av.fo. Almannaverkið hevur tlf. 360000, og telduposturin er av@av.fo.