Arbeiðsbúgving

Hevur tú skerdan arbeiðsførleika, kanst tú fáa stuðul til arbeiðsbúgving, um tað er ein neyðug fortreyt fyri, at tú kann gerast fíggjarliga sjálvbjargin.

Arbeiðsbúgving kann verða veitt sum ráð og vegleiðing, arbeiðsroynd, umskúling, upplæring, arbeiðsvenjing, styttri ella longri skeið og sum vanlig útbúgving. Niðanfyri eru nøkur dømir uppá persónar, ið kunnu fáa arbeiðsbúgving:

  • persónar, ið bera likamligt ella sálarligt brek,
  • einsamallir uppihaldarar, sum eru í eini støðu, sum avmarkar teirra arbeiðsførleika,
  • ung, sum eru seinment ella bókliga veik,
  • persónar, sum leingi hava verið arbeiðsleysir, har aðrar stuðulsfyriskipanir ikki hava hjálpt,
  • persónar, sum hava djúptøknar arbeiðsligar ella útbúgvingarligar trupulleikar,
  • persónar, sum fáa sjúkradagpengar, og sum ikki kunnu væntast at kunna fara aftur til sama arbeiðið,
  • persónar við serligum sálarligum ella sosialum trupulleikum, herímillum t.d. misnýtslu ella kriminaliteti.


Veitingin kann vera sum fyribils uppihaldsveiting, lærlingaløn, grundløn innan viðkomandi yrki, ískoyti til løn e.a. Hetta treytað av, hvør arbeiðsbúgvingarleiðin er. Umframt veiting til uppihalds, kann stuðul verða veittur til serligar útreiðslur av útbúgvingini ella brekinum.
Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.