Avlamisveiting

Er arbeiðsførið, orsakað av avlamni læknaliga sæð er so umfatandi, at tað undir vanligum umstøðum vildi givið rætt til miðal ella hægstu fyritíðarpensjón, kanst tú fáa avlamisveiting.

Sum dømi um, hvør kann fáa avlamisveiting, kann nevnast ein likamliga avlamin persónur, sum, hóast skerda likamliga førleikan, kann arbeiða fulla tíð í skrivstovuyrki, sum lærari, leiðari á virki, ráðgevi o.s.fr. Eisini kann persónar, sum hevur týðandi samskiftistrupulleikar orsakað av álvarsligum hoyriskaða, fáa avlamisveiting.

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Snarslóð