Barn, ið ber brek - endurgjald fyri meirútreiðslur

Ber barn títt álvarsligt likamligt ella sálarligt brek ella hevur tað álvarsliga varandi sjúku, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið tær meirútreiðslur, sum beinleiðis stava frá brekinum ella sjúkuni hjá barninum. Treytin er, at tú uppiheldur barninum heima.

Endamálið er at bøta fyri meirútreiðslur, sum foreldur hjá børnum við varandi sjúku ella børnum, sum bera brek, kunnu hava, sum onnur foreldur ikki hava. Endamálið er sostatt at stuðla familjuni í at hava eitt so vanligt gerandislív sum til ber og gera tað møguligt hjá foreldrunum at hava barnið heima, har alternativið kanska hevði verið uppihald í samdøgurstovni.

Endurgjald kann latast til neyðugar meirútreiðslur av uppihaldinum og í sambandi við viðgerðir. Stuðulin er ikki treytaður av inntøkuviðurskiftum tínum ella møguligum hjúnafelaga.

Endurgjald kann eisini verða veitt fyri mista arbeiðsinntøku, um tað er neyðugt, at tú ansar barninum heima. Endurgjaldið fyri inntøkumiss kann vera veitt í styttri ella longri tíð, ella um tú einans kanst arbeiða niðursetta tíð.