Fyritíðarpensjón

Fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár grundað á

  1. skert arbeiðsføri vegna avlamni – hægsta, miðal ella lægsta fyritíðarpensjón
  2. einkjustøðu og uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár – miðal fyritíðarpensjón
  3. serligar sosialar umstøður – lægsta fyritíðarpensjón

Hægsta-, miðal- og lægsta fyritíðarpensjón
Hægsta fyritíðarpensjón kann tillutast persónum í aldrinum 18 og 66 ár, ið eru óarbeiðsførir ella bara hava ótýðandi eftir av arbeiðsførinum.

Miðal fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðsføri er skert við í minsta lagi 2/3.

Lægsta fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðsføri er skert við í minsta lagi eini helvt.

Samansetingin av pensjónini
Fyritíðarpensjónir eru samansettar av grundupphædd, viðbót og avlamisviðbót. Persónur, sum fær lægstu fyritíðarpensjón, fær tó ikki avlamisviðbót, men fær í staðin eina sonevnda eykaviðbót. Avlamisviðbót og eykaviðbót eru áleið sama upphædd.

Grundupphædd og avlamisviðbót eru ein og sama upphædd fyri øll trý pensjónsstigini, meðan viðbótin er ymisk fyri hvørt pensjónsstig.

Grundupphæddin, avlamisviðbótin og eykaviðbótin eru ikki skattskyldugar, meðan viðbótin er skattskyldug. Fyritíðarpensjonistar hava sambært løgtingslóg um áseting av skatti rætt til ein frádrátt í skattinum, sum er 16.200 kr. um árið fyri ógift 10.500 kr. um árið fyri gift.

Viðbót til ávísar pensjónistar
Fyritíðarpensjónistar kunnu hava rætt til viðbót til ávísar pensjonistar. Viðbót til ávísar pensjonistar er eisini kent undir heitinum brennistuðul. Treytin fyri at fáa brennistuðul er, at ógiftur pensjonistur hevur inntøku aftrat pensjónini, ið er lægri enn 60.000 kr. um árið, og at giftur pensjonistur saman við hjúnafelaga hevur inntøku, ið er lægri enn 80.000 kr. um árið tilsamans. Brennistuðul er ikki skattskyldugur.

Kunna teg nærri um viðbótina til ávísar pensjonistar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.