Hjálparráð og hjálpartól

Hjálparráð fevnir m.a. um heilivág, bein- og armprotesur, serligar skógvar, hárkollar, korsett, fótarøkt (diabetis), serkost o.a. og kunnu veitast persónum við virkistarni orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku.

Hjálpartól
Persónar við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu fáa stuðul til hjálpartól til m.a.

  • viðgerð og venjing,
  • persónligt reinføri,
  • flutning - herundir bilar,
  • húsarhald,
  • innrætting og tillaging av íbúð,
  • samskifti, kunning og ávaring,
  • handfaring og flutning av vøru,
  • tillaging og betran av nærumhvørvi,
  • spæl og frítíðarítriv.

Stuðulin er grundaður á tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri. Um tú hevur tørv á hjálparráð/-tól kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið.

Hjálpartólini verða lænt frá Almannaverkinum og skulu latast aftur til Almannaverkið, tá tørvur ikki er á teimum longur.