Útreiðslur av sjúkuviðgerð o.l.

Hevur tú útreiðslur til sjúkraviðgerð so sum tannviðgerð, heilivág, fysioterapi, kiropraktorviðgerð ella líknandi, kanst tú fáa fíggjarligan ískoyti til hesar útreiðslur.

Treytin er, at tú ikki hevur ráð til at gjalda útreiðsluna sjálvur uttan vanda fyri, at fíggjarstøðan hjá tær og familjuni, sum annars verður mett rímilig, fer av kós. Tað er krav fyri fáa ískoyti, at viðgerðin er læknaliga grundað og er fevnd av avtalu við Heilsutrygd.

Stuðul verður einans veittur til útreiðslur, sum eru vanligar, og sum kunnu gjaldast av fólki við vanligum inntøkum. Meginreglan er, at tú eigur at søkja um stuðul, áðrenn tú bindir teg fyri útreiðsluni.

Kunna teg nærri á heimasíðuna hjá Almannaverkinum.

Snarslóð