Skerdur førleiki og arbeiðsmarknaður

Virkni og luttøka í samfelagslívinum er eitt aðalmál í sjálvum sær, ið skal virka við til, at flest møguligt gerast fíggjarliga sjálvbjargin av at arbeiða.

Í stóran mun eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av, at fólk við skerdum arbeiðsføri hava atgongd til arbeiðsmarknaðin.

Tað er umráðandi, at arbeiðsmarknaðurin átekur sær skyldur og sýnir ábyrgd, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin gerst rúmligari. Men tað er eisini neyðugt at hava vælvirkandi stuðulsskipanir á arbeiðsmarknaðinum, ið kunnu takast í brúk, tá tann einstaki borgarin og arbeiðsmarknaðurin ikki megna at loysa íkomnar trupulleikar.

Til tað endamálið hava vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum inniheldur fleiri amboð, ið kunnu vera við til at fyribyrgja, at fólk enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Yvirskipaða málið við lógini er at skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað.

Borgarar, sum hava trupult við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella eru í vanda fyri at missa tilknýti, kunnu fáa fíggjarligan stuðul í sambandi við menning av førleikum, útbúgving ella í sambandi við til at arbeiðsroynd o.a.

Tað er Almannaverkið, sum setur í verk átøkini í lóggávuni. Meira fæst at vita við at venda sær til Almannaverkið á telefon 360000 ella at vitja heimasíðuna hjá Almannaverkinum.