Dugni

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunna fara til arbeiðis.

Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið vegna vinnutarn hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg.

Verkskúli í Havn og á Kambsdali veitir eitt endurbúgvingartilboð til vaksin, sum hava rørslutarn ella hava lættari persónligar/sinnisligar/sosialar trupulleikar. Endamálið við verkskúlanum er saman við næminginum at royna og venja arbeiðsevnini, og at meta um styrkir og førleikar. Á verkskúlanum verður strembað eftir at hava ein arbeiðsdag, sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Ymiskt verður framleitt, sum kann seljast, umframt at tænastur verða gjørdar fyri kundar. Alt eftir hvørjum verkstaði næmingurin arbeiðir á, og hvør tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing og undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, kostvegleiðing o.ø. Talan er um arbeiðsøki innan eitt nú endurnýtslu - sundurskiljing og søla, KT, seyming, matgerð, timburarbeiði, sundurskiljing av teldum, polstring o.fr.

Verkstaðir í Havn og á Kambsdali veita arbeiðstilboð til fyritíðarpensjónistar hóskandi til teirra orku og førleikar. Endamálið er at hesi fáa innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi. Arbeitt verður á somu verkstøðum og arbeiðsøkjum sum á verkskúlanum.

Skúlin við Áir veitir eitt endurbúgvingartilboð til vaksin, sum hava rørslutarn ella lættari persónliga/sinnisligar/sosialar trupulleikar. Endamálið við skúlanum er at menna næmingar fakliga og persónliga, so at teir kunnu taka, ella betra um, sítt 9. floks prógv og fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði. Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing, ella at byrja beinleiðis í 9. flokki. Skúlin kann testa fyri orðblindi og hevur undirvísing fyri lesi-, skrivi- og rokniveikum.

Snarslóð