Tillagað starv

Tillagað størv eru ætlað fólki við avlamni ella øðrum varandi arbeiðsforðingum, sum ikki kunnu fáa ella fasthalda eitt arbeiði undir vanligum umstøðum.

Tað er ein treyt fyri at fáa tillagað starv, at tað ikki á annan hátt hevur verið møguligt at betra arbeiðsførleikan og skapa eina vanliga arbeiðstilveru.

Endamálið er at stuðla soleiðis, at tú framhaldandi kann vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, hóast tú ber brek, er sjúkur ella aðrir trupulleikar gera tað trupult at arbeiða.

Arbeiðsgevarin rindar løn sambært viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðið verður metta at samsvara við. T.d. um tú verður mettur at hava 50 % arbeiðsføri, tá rindar arbeiðsgevarin 50% av sáttmálaløn. Almannaverkið rindar síðani lønarískoyti. Um tillagaða starvið er stovnað áðrenn 1. januar 2021 verður lønarískoyti veitt upp til sáttmálaløn.

Er tillagaða starvið sett á stovn aftaná 1. januar 2021 verður lønarískoyti roknað eftir arbeiðslønini. Hægst møguliga lønarískoyti er 18.552 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og eftirlønargjald. Hægsta lønarískoyti verður veitt, tá arbeiðslønin frá arbeiðsgevara er 2.000 kr. um mánaðin. Lønarískoytið lækkar stigvíst, tá arbeiðslønin frá arbeiðsgevara hækkar.

Løn og lønarískoyti ikki vera hægri enn tað tað, sum tú forvann áðrenn tillagaða starvi. Um tú altíð hevur arbeitt niðursetta tíð, og er hetta ikki orsaka av sjúku ella skaða, tá er niðursett tíð útgangsstøði fyri lønarískoytinum.