Verkstøð og virknishús

Verkstaðir og virknishús bjóða vard størv og mennandi tiltøk til fólk, sum hava ein serligan tørv. Verkstaðir leggja seg eftir at hava framleiðslurættað tilboð, meðan virknishús hava stimbrandi ítriv, sum er málrættað til fólk, sum hava menningartarn.

Í dag eru tríggir verkstaðir. Verkstaðið á Bakka í Vági, Vón á Argjum og á Brekku í Klaksvík. Somuleiðis er tað trý virknishús kring landið. Verkhúsið Virkni í Havn, Verkhúsið í Sørvági og Verhúsið Stíggjur í Salangará.