Sig frá

Harðskapur skal á ongan hátt verða góðtikin í okkara samfelagi. Tí setti landsstýrið sær í 2010 fyri at gera eina heildarætlan at steðga harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Fyrsta stigi var at bróta tøgnina – at fáa fólk at siga frá.
Verkætlanin fekk heitið Sig frá!

Niðanfyri og til høgru finnur tú leinkjur, sum eru viðkomandi í sambandi við harðskap.

Lívshættislig neystøða
ella tørv á bráðfeingishjálp?
ring Alarmsentralin 112.

Ringjast kann alt samdøgrið
á telefon 31 72 00.

Teldupost: post@kvinnuhusid.fo

Neyðtøka ella neyðtøkuroynd?
Far á neyðtøkutilbúgvingina

Ring á 30 46 00, opið alt samdøgrið

Ert tú í neyðstøðu, sum ikki er lívshættislig, eigur tú at ringja til løgregluna 114

Børn & ung

Boða myndugleikunum frá, um tú er vitandi um, at barn er fyri umsorganarsviki ella ágangi. Boðað Barnaverndartænastuna í tínum øki frá. Tey taka støðu til, um eitt mál skal greiðast í Barnahúsinum.

Faldari um fráboðanarskylduna til fakfólk:


Børn hava rætt til eitt gott lív

Barnahúsið virkar fyri alt landið og er skipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum.
Barnahúsið veitir barni og familju trygd fyri eini væl grundaðari fakligari viðgerð av málinum um ágang, og tryggjar, at atlitini at barninum eru í miðdeplinum.

Tú & eg ráðgevingin er partur av Barnabata og veitir børnum og ungum ókeypis ráðgeving og vegleiðing frá sjálvbodnum.
Til ber at ringja inn á telefon 116 111 hvørt kvøld kl. 20:00 til 22:00 og gerandisdagar frá kl. 9:00 til 16:00.