Viðgerð til tín, sum hevur framt harðskap

Almannamálaráðið hevur skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Talan er um viðgerð hjá løggildum, privatpraktiserandi sálarfrøðingi.

Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi.

Endamálið við hesum tilboði er, at tey, sum hava harðligan atburð móti sínum næstu, kunnu fáa hjálp og amboð til at loysa ósemjur uttan at nýta harðskap. Tað er umráðandi, at tey, sum hava harðligan atburð, fáa neyðuga hjálp og viðgerð, soleiðis at harðskapurin kann steðga.

Á psykolog.fo finnur tú sálarfrøðingar, sum veita hesa viðgerð.

Viðgerðartilboðið er skipað sambært átaki 17 í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Les meira um heildarætlanina HER

Viðgerð

Á psykolog.fo finnur tú sálarfrøðingar, sum veita hesa viðgerð.