Ættleiðingarstuðul

Foreldur, ið ættleiða, kunnu fáa ættleiðingarstuðul til útreiðslur í samband við ættleiðingina. Stuðul verður veittur eina ferð fyri hvørt ættleitt barn.

Umsókn um ættleiðingarstuðul skal sendast Almannaverkinum, ið tekur avgerð. Stuðulin verður rindaður, tá Famljufyrisitingin hevur sent váttan um, at barnið er komið til Føroyar.