Barnagjald og stuðul til uppihaldspening

Foreldur hava ábyrgd at uppihalda sínum børnum. Búgva foreldrini ikki saman, eigur tann, ið ikki hevur barnið búgvandi, at gjalda barnagjald til hin.

Barnagjald
Einsamallur uppihaldari kann biðja Almannaverkið um at rinda barnagjaldið, um tann, ið hevur skyldu at gjalda, ikki kann ella vil gjalda. Tað er Familjufyrisitingin, ið ásetir barnagjaldið, og tað er Familjufyrisitingin, sum áleggur einum persóni at rinda barnagjaldið eftir lóggávuni um rættarstøðuna hjá børnum.

Umframt barnagjaldið kann Almannaverkið rinda onnur gjøld sum forskot. Tað kann vera uppihaldsgjald í 3 mánaðir í sambandi við føðing, føðingargjald, dópsgjald, fermingargjald og annað gjald, ið Familjufyrisitingin kann hava álagt.
Almannaverkið krevur tann, sum skal gjalda, aftur eftir tí, sum er goldið sum forskot.

Stuðul til uppihaldspening
Hevur tað almenna álagt tær at gjalda barnagjald til barn undir 18 ár, kanst tú fáa 40% av gjaldinum aftur frá tí almenna. Stuðul verður tó bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Stuðul verður sostatt ikki veittur, um tú bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Um tú t.d. rindar barnagjald til trý børn, verður ongin stuðul veittur fyri fyrsta barni, meðan 40% av gjaldinum fyri næsta- og triðja barni verður veitt.
Tað er Almannaverkið, ið umsitur stuðul til uppihaldspening.

Snarslóð