Barnaískoyti til stakar uppihaldarar

Stakir uppihaldarar, ið ikki liva í parlagi, og sum hava barn búgvandi, kunnu fáa eitt serligt barnaískoyti. Barnaískoyti, sum ikki er skattskyldugt, verður veitt óheft av inntøku og óheft av ogn. Barnaískoyti verður veitt eftir umsókn til Almannaverkið og verður útgoldið fýra ferðir um árið.