Barsilspeningur

Fer tú í farloyvi í sambandi við barnsburð ella í sambandi við ættleiðing, kanst tú fáa endurgjald fyri mista inntøku frá Barsilsskipanini.

Treytin fyri at fáa veitingina er, at tú hevur tilknýti til arbeiðsmarknaðin sum løntakari ella sjálvstøðugur vinnurekandi ella fær arbeiðsloysisstuðul. Upphæddin er treytað av lønarinntøku frammanundan.
Nærri kunning um Barsilsskipanina er at finna á www.barsil.fo.

Hevur tú ikki rætt til veiting frá Barsilsskipanini, og kanst tú ikki á annan hátt uppihalda tær í farloyvistíðarskeiðinum, kanst tú søkja um fyribils uppihaldsveiting frá Almannaverkinum. Meira um fyribils uppihaldsveiting er at finna her.

Snarslóð