Familjuískoyti

Barnafamiljur við lágum inntøkum, og sum ikki hava ogn av týdningi, kunnu fáa familjuískoyti. Um tú er støk, er upphæddin, sum tú hevur rætt til, treytað av tínari inntøku. Er tú í hjúnalagi ella parlagi, er upphæddin treytað av inntøkuni hjá tær og hjúnafelaga/samliva. Hetta er uttan mun til, um hjúnafelagin/samlivarin er foreldur at barninum.

Familjuískoyti, sum ikki er skattskyldugt, verður veitt eftir umsókn til Almannaverkið og verður útgoldið mánaðarliga.