Feløg, sum fáa stuðul

Á hvørjum ári fáa sjálvbodnir felagsskapir, áhugafeløg og onnur stuðul av fíggjarlógini § 12 Almannamál.

Feløgini hava øll ymisk virkisøki, og gera hvør á sínum øki eitt týðandi arbeiði eitt nú ráðgeva børnum og ungum, hjálp til sjálvhjálp til harðskapsraktar kvinnur og ráðgeva kynsliga misnýtt.

Eisini letur Almannamálaráðið stuðul til MEGD, Deyvafelagið, Blindafelagið, Javna, Sinnisbata o.o.

Hagtøl

Feløgini, ið fáa stuðul frá Almannamálaráðnum skulu skráseta allar áheitanir til felagið á oyðiblað, sum Almannamálaráðið hevur gjørt.

Hetta arbeiðið byrjaði í seinnu helvt av 2013.