Føroya Blindafelag

Føroya Blindafelag varð sett á stovn í 1972. Føroya Blindafelag er eitt sjálvstøðugt limafelag við tilknýti til Dansk Blindesamfund.

Felagið arbeiðir fram ímóti:

  • á einhvønn hátt at røkja áhugamálini hjá blindum og sjón­veikum,
  • at styðja javnrættindini hjá blindum og sjónveikum í samfel­agnum,
  • at arbeiða fyri einum samfelag, sum er atkomuligt hjá blindum og sjónveikum.

Føroya Blindafelag skipar fyri tiltøkum fyri limir sínar. Blindafelagið fær stuðul á § 12 á fíggjarlógini til rakstur av virkseminum.

Snarslóð