Deyvafelagið

Deyvafelag Føroya hevur til endamáls at savna deyv í Føroyum og at varpa ljós á og virka fyri, at deyv í Føroyum hava somu rættindir sum hoyrandi hava.

Deyvafelagið skipar fyri tiltøkum og skeiðum fyri deyv, og hevur sett deyvaráðgeva í starv, ið veitir persónliga ráðgeving og vegleiðing til deyv, hoyriveik og CI-brúkarar.

Deyvafelagið fór undir sítt virksemi í Deyvahúsinum í 1983.

Deyvafelagið fær stuðul á § 12 á fíggjarlógini, ið verður veittur til rentur og avdráttir til Deyvahúsið og til skrivstovurakstur.

Snarslóð