Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur, hvørs endamál er at veita sjófólki, eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum, stuðul. Grunnurin hevur eisini til endamáls at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgjandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri.

Stuðulin verður veittur til jóla.

Grunnurin hevur eina nevnd við 5 umboðum, sum eru úr:

  • Føroya Skipara- og Navigatørfelag
  • Føroya Fiskimannafelag
  • Føroya Lærarafelag
  • Føroya Reiðarafelag
  • Almannamálaráðnum

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur raksturin av grunninum um hendi.