Kvinnuhúsið

Tá tosað verður um Kvinnuhúsið, verður eisini ofta tosa um Kreppumiðstøðina, Kvinnuhúsfelagið og Kvinnuhúsgrunnin.

Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til harðskapsraktar kvinnur. Kreppumiðstøðin er eitt friðskjól og er størsti parturin av Kvinnuhúsinum, har harðskapsraktar kvinnur, saman við evt. børnum, kunna gista eina tíð.

Kvinnuhúsfelagið varð stovnað við tí endamáli at fáa eitt kvinnuhús, har størsti parturin skuldi vera ein Kreppumiðstøð. Kvinnuhúsgrunnurin savnar pening saman til rakstur

Arbeiðið í Kvinnuhúsinum miðar ímóti at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd kvinnunar, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum.

Endamálið við Kreppumiðstøðini er at veita hjálp til sjálvhjálp og serliga stríðast ímóti likamligum og sálarligum harðskapi framdum móti kvinnum og børnum.

Til tess at røkka endamálunum verður í Kvinnuhúsinum arbeitt við:

  • at kunna um harðskap í familju og hjúnarløgum
  • at kunna um tað arbeiðið, sum verður gjørt í Kvinnuhúsinum
  • at veita kvinnum tilboð um hjálp til sjálvhjálp
  • at taka lut í rakstrinum fyri at tryggja Kreppumiðstøðina sum tilhald fyri kvinnur og børn, sum hava verið fyri harðskapi

Kreppumiðstøðin

Kreppumiðstøðin veitir kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi, innivist og gevur teimum sosiala, løgfrøðiliga og sálarliga hjálp og vegleiðing. Um neyðugt, verður kvinnan víst víðari til lækna, løgreglu, Almannastovuna, Rættarhjálp Føroya, Ríkisumboðið ella barnavernd.

Kreppumiðstøðin heldur til í Kvinnuhúsinum. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur við børnum búgva í eina tíð. Kvinnurnar fáa eitt kamar fyri seg sjálvar og hava atgongd til felags køk og stovu, wc og bað. Tær gera sjálvar mat, keypa inn og vaska klæði.

Á Kreppumiðstøðini hava kvinnurnar møguleika fyri at fáa frið og umhugsa støðu sína. Tær kunnu tosa við starvsfólkið í Kvinnuhúsinum og fáa vegleiðing.

Kvinnuhúsið er ikki ein viðgerðarstovnur, og hevur tí ongi tilboð um viðgerð. Er ein kvinna misbrúkari av alkoholi ella øðrum rúsevni, kann Kvinnuhúsið vísa henni á, hvar hon kann venda sær við sínum trupulleikum. Til dømis til lækna, sálarfrøðing, viðgerðarstovnar ella psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.

Snarslóð